Um vikuskiftið vórðu samráðingarnar um vápnahvíld í Gaza tiknar uppaftur í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo, men eisini hesar samráðingarnar endaðu uttan avtalu.
Hvørki Hamas ella Ísrael góðtóku tað, sum varð lagt fram av semingsfólkunum úr USA, Egyptalandi og Katar, upplýsa keldur úr Egyptalandi fyri Reuters.
Arbeitt hevur verið við at fáa eina vápnahvíld í lag í fleiri mánaðir, tó uttan úrslit. Umboð fyri Hamas segði í gjár, at Hamas undir samráðingunum hevur vrakað nýggj krøv hjá Ísrael.
Ísrael hevur m.a. kravt, at burturriknir palestinar skulu kannast, tá teir koma aftur til norðara part av Gazageiranum.
Hóast umboðini hjá Ísrael og Hamas eru farin heim aftur úr Kairo, arbeiðir USA enn við málinum, sigur amerikanski trygdarráðgevin, Jake Sullivan.
Hann sigur, sambært Ritzau, at arbeiðið í Kairo heldur fram, tí USA stúrir fyri, at tað kann enda við stórkríggi í Miðeystri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald