Hevði tú glett teg at sæð Thomas Blachman, Kwamie Liv, Simon Kvamm og kanska onkran føroying í X Factor fríggjakvøldið, mást tú vera tolin.
X Factor hesa vikuna verður nevniliga ikki sent fríggjadag sum vanligt, men er flutt til leygarkvøldið klokkan 20.
Orsøkin er at menninir á danska hondbóltslandsliðnum spæla júst fríggjakvøldið, og hetta er tikið fram um tónleikakappingina.
Danmark spælir móti Belgia klokkan 20:25 fríggjakvøldið.
Hevur tú hald á TV2 Play, ber tó til at síggja X Factor longu fríggjadagin, tí parturin er longu tøkur fríggjamorgun.
Olvheðin Jacobsen úr Hvannasundi
Hetta er síðsta upptøkuroyndin í hesum umfarinum áðrenn farið verður til 6 Chair Challenge. Í fyrstu upptøkuroyndini kom sundamaðurin Olvheðin Jacobsen víðari. Spennandi verður at síggja hvussu hann fer at klára seg víðari í kappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald