Uttanlands

Eitt ár síðan forsetavalið í Hvítarusslandi: ES hóttir við fleiri revsitiltøkum

Í dag er eitt ár síðan umstrídda forsetavalið, sum elvdi til stór mótmæli í Hvítarusslandi

Lukasjenko hevur verið forseti síðan 1994, men hildið verður, at valsvik er orsøkin til, at hann varð afturvaldur í fjør (Mynd: EPA)

Lukasjenko hevur verið forseti síðan 1994, men hildið verður, at valsvik er orsøkin til, at hann varð afturvaldur í fjør (Mynd: EPA)

2021-08-09 08:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er eitt ár síðani umstrídda valið, har hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko varð afturvaldur, og ES hóttir nú við at seta fleiri revsitiltøk í verk móti honum.

– ES er til reiðar at umhugsa fleiri revsitiltøk, eftir at stýrið hevur sett altjóða skyldur til viks, sigur Josep Borrell, uttanríkispolitiskur leiðari í ES.

Hildið verður, at valsvik varð framt í sambandi við valið í fjør, og hetta elvdi til stór mótmæli í Hvítarusslandi. Mótmælini verða mett at vera størsta avbjóðingin hjá Lukasjenko, síðan hann kom til valdið í 1994.

9. august í fjør varð boðað frá, at Lukasjenko hevði vunnið forsetavalið við 80,1 prosent av atkvøðunum.

Mótmælini í Hvítarusslandi hava elvt til nógvar samanbrestir millum løgreglu og mótmælisfólk. Túsundatals fólk eru vorðin afturhildin, og mannarættindafelagsskapir hava boðað frá, at píning verður brúkt í hvítarussisku fongslunum. Eisini hava nógv latið lív undir ófriðinum, skrivar Ritzau.

Summir andstøðuleiðarar fingu langa fongsulsrevsing, meðan onnur, eitt nú Svetlanda Tikjanovskaja, varð noydd at rýma úr landinum. Hon vil vera við, at tað var hon, sum vann forsetavalið í august í fjør.

Seinastu mánaðirnar hevur ES longu sett í verk fleiri revsitiltøk orsakað av kúganini av sivilfólki og andstøðuni í landinum. ES viðurkennir heldur ikki longur Lukasjenko sum forseta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder