Innanlands

Eitt ár síðani fyrstu skamtarnir komu til landið

29. desember í fjør komu fyrstu skamtarnir. Síðani tá eru 75,5 prosent av fólkinum prikað tvær ferðir. Kortini hava smittutølini ongantíð verið hægri

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-12-29 12:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var týskvøldið 29. desember 2020, at fyrstu skamtarnir av koronukoppingarevninum komu úr Danmark. 

1300 skamtar av koppingarevninum Pfizer/BioNTech komu við flogfari til landið, og vóru við politieskortu fluttir til Havnar í varðveitslu hjá landsapotekaranum.

[object Object]Frøi á Apoteksverkinum (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Dagin eftir var fyrsti persónurin í Føroyum koppsettur og síðani tá eru 41.422 fólk koppsett minst einaferð. Tað er 77,3 prosent av fólkatalinum, og 92,5 prosent av teimum yvir 12 ár.

[object Object]Tann 30. desember fekk Gunnrið Joensen úr Klaksvík fyrsta prikið í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Video: Fekk fyrsta prikið - klár at fara til arbeiðis á koronadeildini aftur

40.481 prosent fólk eru tað, sum vit áður kallaðu liðugt koppsett, men sum nú eitur, at tey hava fingið tvey prik. Tað er 75,5 prosent av fólkatalinum og 90,4 prosent av teimum, sum eru eldri enn 12 ár.

Í oktober varð farið undir at koppseta fólk við triðja prikinum seks mánaðir eftir annað prik, og nú eru 12.387 koppsett tríggjar ferðir. Tað er 23 prosent av fólkatalinum og 27,7 prosent av teimum yvir 12 ár.

Smittutølini hava kortini ongantíð verið hægri enn tað sama. Nýggj frábrigdi, stutta tíðin koppingarevni hevur virknað og helst troyttleiki við tilmælum ger, at vit fyrradagin settu met í tilburðum. Heilir 180 tilburðir vórðu staðfestir í 2.394 kanningum. 

Fá gerast tó álvarsliga sjúk við koronu. Í løtuni eru bara tvey innløgd í Sjúkrahúsverkinum.

Fleiri koppsetingarhagtøl síggjast á korona.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder