(Tel Aviv) - Reiley syngur ótrúliga væl og hevur eina framúrskarandi rødd. Framførslan á pallinum er eisini í heimsflokki. Vónandi kann Reiley umboða Føroyar í næsta Eurovision, sigur Tali Eshkoli, sum er stjóri í fyritøkuni Talieshkoli Production, sum hevur skipað fyri Israel Calling 2023. Hon leggur afturat, at hon ynskir at koma til Føroya at uppliva náttúruna og lurta eftir okkara áhugaverdu tónleikarum.
Tali Eshkoli
- Reiley er ein dugnaligur sangari. Eg havi hoyrt hann í Pólandi og nú eisini í Ísrael. Breaking my heart er ein góður sangur, men als ikki lættur at syngja live. Tað megnar Reiley tó ómetaliga væl. Hansara timing er so gott sum perfekt. Eg meti, at hann er millum 10 tey bestu í Eurovision 2023, sigur Dominik Rössing, sum arbeiðir við sosialu miðlunum hjá ESCEXTRA, ein stovnur sum marknaðarførir Eurovision.
Um vikuskiftið hevur Reiley luttikið á tónleikaátakinum Israel Calling 2023. Har vóru uml. 2.000 áhoyrarar, og nógv av teimum sungu við, tá ungi føroyingurin trein á pallin. Reiley var sera væl móttikin av áhoyrarunum. Tað vóru sera mong, sum vildu hava mynd við Reiley.
Umframt framførslur frá luttakarum í Eurovision, so vóru eisini nógvar aðrar spennandi framførslur, bæði frá ísraelskum og altjóða stjørnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald