
30. desember 2020, fyri tveimum døgum síðani, leyp ein skriða í býarpartinum Ask í Gjærdum nakað norðan fyri Oslo.
Vanlukkan gjørdi stóran skaða, og tað gjørdist greitt, at tíggju fólk vóru saknaði. Fyrr í dag varð farið oman í skriðuna at leita, og tíðliga seinnapartin varð greitt, at ein persónur var funnin deyður í tí sokallaða "reyða økinum"í skriðuni.
Talan er allarhelst um ein av teimum tíggju. Nøvn og aldur á teimum, ið eru saknaði, eru nú kunngjørd í samráði við tey avvarandi, og kunnu síggjast á heimasíðuni hjá NRK.
Tann yngsti persónurin er ein tvey-ára gomul genta - tann elsti er ein 69-ára gomul kvinna. Íbúðin har gentan sum er tvey ár búði saman við foreldrunum ernú burtur. Familjan er saknað - kvinnan ið er 31-ára er við barn. Ein tannáringur er eisini saknaður
NRK skrivar, at leitingin á jørðini støðgaði fyrr í kvøld orsakað av myrkrinum, men leitingin við dronu og "hitakamera" heldur fram í kvøld og í nátt.
Leiðarin fyri bjargingini, sigur, at tey framvegis arbeiða fyri at finna fólk á lívi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald