Mentan

Eitt popp horror dreymaspæl á Tjóðpalli Føroya

Í kvøld verður nýskrivaða Gentukamarið frumsýnt á Tjóðpalli Føroya

2022-09-10 13:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygarkvøldið tann 10. september verður nýskrivaða Gentukamarið frumsýnt á Tjóðpalli Føroya.

Gentukamarið er nýskrivaður leikur eftir Marjun Syderbø Kjelnæs, og er leikritið sprottið úr bæði spølni, provokatión og vreiði. Hvat er tað við orðinum ‘gentukamar’ sum ger, at tað kann nýtast niðurlátandi - samstundis sum tað rakar ein tóna sum vit øll skilja?

Gentukamarið snýr seg um eina kvinnu sum seint á kvøldi rýmir frá síni egnu tilveru heim aftur til tryggu karmarnar í barndómsheimi sínum; gentukamarið við blómuta tapetinum. Men í gentukamarinum tekur ein Vera ímóti Henni, og setur hana andlit til andlits við nakrar av stóru tilveruspurningunum; Hvør er hon? Er hon góð nokk, sum hon er? Og hvørjar ætlanir hevur hon fyri framtíðina?

Umframt at vera ein søga um eitt kollsiglt hjúnalag, eina uppgerð við fortíðina, og leitanina eftir tryggleika, viðgerð leikurin eisini grundleggjandi og viðkomandi spurningar um kynssamleika og broytta leiklutin hjá kvinnum og monnum í dagsins samfelag.

Meðan kvinnan stendur andlit til andlits við, hvør hon sjálv er, vísir hon okkum, hvussu vit øll eru. Spurningurin er so, hvussu vit taka okkara leiklut á okkum, og hvussu tilvitað vit sjálvi eru um, hvat tað er sum formar okkum - kanska serliga konufólk.

[object Object]

Tey, ið manna leiklistarliga toymið handan Gentukamarið á Tjóðpallinum, eru:

Leikarar: Beinta Clothier, Hans Tórgarð og Bartal Augustinussen
Leikstjóri: Anne Zacho Søgaard
Pall- og búnasniðgevi: Siggi Óli Pálmason
Ljóssniðgevi: Súni Joensen
Tónleikur og ljóðmynd: Joachim Holbek
Umframt øll hini ómissiligu.

Frumframførsla verður á Tjóðpalli Føroya leygarkvøldið tann 10. september,
og atgongumerki til sýningarnar kunnu keypast á www.tjodpallur.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder