2020-10-16 17:34
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tað vóru 66 hvalir sum um middagsleitið løgdu beinini í Hvalvík. Grindin varð funnin út fyri Morskranes fyrrapartin, og nógvir bátar vóru við í rakstrinum.
Nógv fólk luttóku í drápinum, heili 596 fólk, og grindin verður skift í drápspartar.
Finnbogi Midjord, sýslumaður, upplýsir at eitt skinn verður í part, og at seðlarnir koma út á á keiini í Hvalvík klokkan 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald