2022-09-12 18:42
Norski prædikumaðurin, Eivind Frøen vitjar í Føroyum í hesum døgum. Tað eru mong, sum gjøgnum seinastu hálvu øldina hava verið hugtikin av fangandi talunum hjá Eivind Frøen.
Men nú er rúm tíð síðani hann vitjaði í Føroyum seinast.
Farna vikuskiftið talaði hann á fleiri møtum í Oasuni í Havn. Komandi dagarnar verður høvi at hoyra hann her:
Hóskvøldið 15. septtember kl. 19.30 í Libanon í Sørvági
Sunnumorgunin 18. september kl. 11 í Kelduni í Skálafirði
Sunnukvøldið 18. september kl. 18 í Soli Deo Gloria, Klaksvík, har Ekklesia syngur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald