Innanlands

Eivind leysur aftur

Skipið verður nú sleipað til Havnar

Pressarin sleipar Eivind til Havnar (Mynd: Sverri Egholm)

Pressarin sleipar Eivind til Havnar (Mynd: Sverri Egholm)

2021-08-03 11:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frystilínuskipið Eivind er nú leyst aftur.

Fyri løtu síðani eydnaðist tað at fáa skipið leyst aftur, og verður skipið nú sleipað til Havnar, váttar vakthavandi á MRCC fyri Portalinum.

Tað var fyrrapartin í gjár, at Eivind sigldi á flesjarnar, og í morgun varð olja pumpað úr skipinum. Sum skilst fekk skipið ikki nógvan skaða.

Eivind er bygt í 1988, og hoyrir heima í Sandavági.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder