Fríggjadagin 29. og leygardagin 30. desember spælir Eivør tvær konsertir í Sjónleikarhúsinum í Havn. Hetta er eitt forkunnugt høvi aftur at hoyra hana á føroyskum palli.
Eivør hevur í 23 ár ferðast við sínum tónleiki kring heimin, men hevur ongantíð gloymt sínar røtur, og hevur tí regluliga spælt konsertir í Føroyum.
Tað er tó ein sannroynd, at Eivør seinastu árini hevur ferðast so víða og so nógv við sínum tónleiki kring heimin, at vit ikki hava havt so nógv høvi at hoyra hana á heimavølli.
Tí gleða Eivør og bólkurin seg til at spæla heima á klettunum aftur. Hetta er ein bólkur í toppformi, ið hevur vitja víðagitnar pallar sum eitt nú Hollywood Bowl og Hammersmith Apollo í London.
Í fjør vann Eivør Norðurlendsku tónleikaheiðurslønina. Ein viðurkenning, ið telist millum tær størstu um okkara leiðir.
Heiðurslønin kom í kjalarvørinum av hennara 9. útgávu Segl, ið hevur ført Eivør kring allan heimin. Hon hevur eisini fingið nógvar nýggjar lurtarar, eftir at hava skrivað tónleik til sjónvarpsrøðina The Last Kingdom, og sungið í telduspælinum God Of War.
Eivør greiðir frá, at hesar konsertirnar eru eitt slag av einum endabresti av einum kapitli. Í næsta ár kemur ein nýggj útgáva út. Áðrenn eitt nýtt kapittul byrjar við nýggjari útgávu og fleiri konsertferðum, ynskir hon at koma aftur til røturnar, og spæla fyri sínum trúgvu fjepparum her heima á klettunum.
Konsertirnar vera í Sjónleikarhúsinum, ið er vorðið heimskent á Youtube, við framførsluni av Falling Free, ið hevur tvær milliónir vísingar á Youtube. Tann upptøkan er frá nógv fagnaðu konsertunum, ið Eivør hevði har fyri seks árum síðan.
Á konsertini fara Eivør og bólkurin at framføra eitt bland av tónleiki. Løg av SEGL, SLØR og eisini løg av eldri útgávum. Umfamt tað, fara tey eisini at framføra onkran filmstónleik frá The Last Kingdom.
- Ein konsertferð kennist endaleys uttan at spæla í Føroyum eisini, sigur Eivør.
- Bólkurin er mannaður av:
Mikael Blak
Per I. Højgaard Petersen
Mattias Kapnas
Theodor Kapnas
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald