Eivør hevur fyri kortum undirskrivað sáttmála við franska plátuvirkið, Season of Mist. Hetta er eitt plátuvirki, sum gevur út tónleik av slagnum ”Heavy metal”. Virkið hevur áður givið út plátur hjá kendum tónleikarum og tónleikabólkum, sum virka innan hesa tónleikagrein.
Heimasíðan hjá Season of Mist skriva, at tey eru sera erpin av sáttmálanum, sum júst er undirskrivaður, og síggja fram til eitt gott samstarv við Eivør. Afturat hesum skrivar Metal Hammer, sum er eitt kent tónleikablað, at tónleikurin hjá føroysku songkvinnuni er framúrskarandi.
Eivør ger nógv um seg í tónleikaheiminum í løtuni. Hon skal millum annað spæla eina konsert í Reykjavík seint í komandi viku.
Sambært heimasíðuni hjá Season of Mist kemur Eivør við nýggjari útgávu í 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald