Eivør Pálsdóttir hevur við orkestri sínum ferðast kring alt evropeiska meginlandið og bretsku oyggjarnar á drúgvari konsertferð.
Í oktober vitjaði hon í London og hevði eina framførslu á náttklubbanum, kallaður Heaven. Her fekk hon ein serligan gest á pallin.
Nevniliga skotska tónaskaldið John Lunn, sum er viðurkendur serliga fyri sín filmstónleik. Hann hevur eitt nú gjørt filmin til røðina Towntown Abbey og til víkingarøðina "The Last Kingdom”, har Eivør syngur við á fleiri av stykkjunum, stundum við føroyskum teksti eisini.
Saman framførdu tey stykkið hjá John Lunn, kallað “Lívstræðrir” úr røðini. Leikluturin hjá John Lunn á pallinum var at spæla fýra tónar á einari lítlari hørpu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald