Mentan

Eivør syngur á G! 2024

Nýtt tilfar er ávegis frá Eivør, sum vit ivaleyst sleppa at hoyra á festivalinum

2024-01-23 09:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enn einaferð fær áhoyrarafjøldin á G! festivalinum høvi til at hoyra lokalu sangstjørnuna Eivør á Gøtusandi

G! Festivalurin kunngerð í dag, at Eivør er á skránni á G! 2024.

Festivalurin fer í tíðindaskrivi í dag so langt sum at siga, at Eivør er eitt undur, ið vit eru so heppin av hava gangandi ímillum okkum. Ein songkvinna, sum uttan líka kann rúnarbinda eina og hvørja fólkamongd við sini heilt einastandandi nærveru á einum palli.

- Í meira enn tjúgu ár hevur hendan stórbara songrøddin ferðast kring jørðina við sínum framførslum, og hvørt ár tekur hon sær tíð at framføra á G! Hettar eru vit sera takksom fyri, og vit gleða okkum kanska serliga nógv í ár, tí nýtt tilfar er ávegis, sum vit ivaleyst sleppa at hoyra, skrivar G! Festivalurin millum annað í tíðindaskrivinum.

G! Festivalurin er í døgunum 18. til 20. juli. Onnur nøvn, sum eru kunngjørd at fara at spæla í ár eru Knút Háberg Eysturstein, Einangran, Ash Olsen úr Noregi, The longest Johns úr Bretlandi og Of Monsters and Men úr Íslandi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder