Mentan

Eivør við nýggjum staklagi

"Sleep on it" snýr seg um at taka avgerðir og mest av øllum, um vón, sigur Eivør, sum er klár við nýggjari fløgu í september

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-06-27 12:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

18. september í ár kemur nýggj fløga hjá Eivør Pálsdóttir út. Heitið á fløguni er SEGL, og fyrsta staklagið av fløguni, "Patience" varð avdúkað í mai.

Í gjár gav hon so út næsta staklagið, ið ber heitið "Sleep on It".

Til ber at hoyra lagið omanfyri, umframt at tað finst á øllum stroymingartænastum.

Á Facebookvanganum hjá Eivør, skrivar føroyska sangkvinnan soleiðis um nýggja lagið:

– Eina svøvnleysa nátt fyri trimum árum síðan, skrivaði eg hetta lagið, sum var byrjanin til mína komandi fløguútgávu. Lagið SLEEP ON IT snýr seg um at taka avgerðir og mest av øllum, um vón. Óansæð hvussu fortíðin sær út, so er aldrin ov seint at broyta sínar gomlu vanar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder