Aftur í ár fer ungdómstiltakið Ekkó runt um alt landið í gjøgnum heystferiuna. Ekkó er í ár í seks ymiskum hallum runt um í Føroyum.
Tiltakið byrjar í Salt í Suðuroy mánakvøldið 9. oktober, týskvøldið er tað í Brúnni í Sandoy, mikukvøldið í høllini á Giljanesi, hóskvøldið í høllini á Kambsdali, fríggjakvøldið í høllini í Hoyvík, og so endar tiltakið í Badmintonhøllini í Klaksvík leygarkvøldið.
Ekkó er eitt ungdómstiltak, sum fleiri samkomur runt um í Føroyum standa saman um, og skipa fyri. Endamálið við tiltakinum er at geva ungum runt um í øllum landinum eina uppliving fyri lívið. Í hvørjari høll verður stórur pallur settur upp, og verður nógv gjørt burturúr fyri at geva teimum ungu eina so góða uppliving sum gjørligt. Ein væl samansettur tónleikabólkur er gjørdur til tiltakið, sum ferðast saman við restini av toyminum runt um alt landið, og eitt gott orð verður givið teimum ungu við á vegnum.
Tiltakið er ókeypis, og øll ung í øllum landinum eru bjóðað at koma við til Ekkó 2023. Øll tiltøkini byrja klokkan 20.
Skráin:
Mánakvøldið 9. okt. kl. 20: Salt, Suðuroy
Týskvøldið 10. okt. kl. 20: Brúgvin, Sandoy
Mikukvøldið 11. okt. kl. 20: Giljanes, Vágar
Hóskvøldið 12. okt. kl. 20: Høllin á Kambsdali
Fríggjakvøldið 13. okt. kl. 20: Hoyvíkshøllin
Leygarkvøldið 14. okt. kl.20: Badmintonhøllin í Klaksvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald