Verkætlanin verður, sambært Landsverk, boðin út sum stórarbeiðstøka. Útbjóðingin er fevnd av løgtingslóg nr. 106, frá 15. november 1984 um útbjóðing v.m. og løgtingslóg nr. 52, frá 6. mai 2016 um broyting í løgtingslóg um útbjóðing v.m.
Lýsing av verkætlanini
Fyri at dagføra farleiðina millum Hvalba og Trongisvág verður ein nýggjur tunnil gjørdur frá Gjánhamri í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba, ið er umleið 2.540 m langur. Eisini verður landsvegur gjørdur frá tunnilsmunnanum trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági, og frá tunnilsmunnanum hvalbiarmegin til Nesveg, tætt við brúnna um Kjógvavatn. Nýggj íbinding út í Nes verður eisini gjørd.
Nú verður el-arbeiðstøkan boðin út, og hon fevnir um ljósinnleggingar og trygdarskipanir í tunlinum og uttan fyri tunnilsmunnarnar. Íroknað el-arbeiðstøkuna er eisini gøtuljós fram við vegunum við tunnilsmunnarnar og við íbindingina út í Nes. Íroknað el-arbeiði eru innleggingar til neyðtelefon-, fartelefon- og radiosamband- umframt ein SRO-skipan.
SRO-skipanin stendur fyri allari stýring og rakstri av m.a. samskiftinum og ferðslutekniskum innleggingum. Eisini stendur hon fyri yvirvakingini av m.a. talvum, ljósskipanum og tunnilsluftini.
Meira kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald