”Kemur politiið fram á eitt slíkt ”el-løbehjul” eisini nevnd eldrivin rennifjøl, verður hon konfiskerað”.
Soleiðis skrivar løgreglan í einum boðum, sum í dag eru send út umvegis Facebook-vangan hjá føroysku løgregluni.
Sagt verður, at løgreglan javnan fær fyrispurningar um hesi el-drivnu rennihjólini, sum vit kenna úr størri býum í Danmark og aðrastaðir uttanlands.
Greitt verður frá, at í Danmark er ein royndartíð viðvíkjandi hesum flutningstóli. Men í Føroyum er ongin slík royndartíð sett í verk, og hesi flutningstólini eru heldur ikki við í føroysku ferðslulóggávuni.
Skal hetta loyvast í Føroyum, krevst ein serlig lógarheimild, vísir løgreglan á.
Akstovan, sum er skrásetingarmyndugleiki í Føroyum, hevur flokkað ”el-løbehjul” sum ein lítil breytmotorsúkkla (pocketbike), sum sambært § 2, V í ferðslulógini forðar fyri at verða góðkent til skráseting. Um lítla breytmotorsúkklu (pocketbike) verður sagt soleiðis í ferðslulógini: Motordrivið akfar á tveimum hjólum, sum hevur stødd, tilgerð ella útgerð, ið forðar akfarinum at verða góðkent til skráseting, og sum er minni enn 150 cm til longdar.
Løgreglan vísir á, at sambært ferðslulógini, grein 60 a, er tað bannað av flyta inn, selja og keypa slíkar lítlar breytmotorsúkklur. Kemur løgreglan fram á eina slíka, skal hon inndragast.
Grein 60a í ferðslulógini er soljóðandi:
60 a.Tað er bannað at flyta inn, selja ella keypa lítlar breytmotorsúkklur.
Stk. 2.Verður lítil breytmotorsúkkla innflutt, seld ella keypt, skal hon inndragast.
Stk. 3. Koyrir lítil breytmotorsúkkla á øki, sum ferðslulógin fevnir um, skal tað við brotinum nýtta akfar inndragast.
Stk. 4. Víkjast kann frá ásetinginum í stk. 2-3. tá serligar orsøkir í hendinga førum tala fyri hesum.
Stk. 5. Annars eru reglurnar í borgarligu revsilógini um inndrátt galdandi.
Stk. 6. Løgreglan kann eftir nærri ásettum treytum geva undantaksloyvi frá stk. 1 í sambandi við serlig tiltøk á økjum, sum ferðslulógin ikki fevnir um.
Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta, at onnur lítil motordrivin akfør ætlað børnum, og sum hava eina stødd, tilgerð ella útgerð, ið forðar akfarinum at verða góðkent til skráseting, skulu koma undir reglurnar í hesi grein.
Les eisini: Nógv koyr drukkin á rennihjóli
(GG. Dansk-føroyska orðabókin á Sprotanum sigur ’rennihjól’ um danska orðið ’løbehjul’. Tí brúka vit orðið ’rennihjól’ her í greinini, hóast løgreglan kallar tað ’rennifjøl’)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald