Í 2021 avgjørdi Vágs Kommuna, at skipast skuldi fyri tveimum eldradøgum um árið – ein tíðliga um vári og ein um tað mundi, tá altjóða eldradagur er, sum er 1. oktober.
Vágs kommuna boðar frá, at fyrsti eldradagurin í 2023 verður leygardagin 11. mars klokkan 11 í VB húsinum.
Á skránni er brunsj frá Bakkanum, felagssangur við Orðið á Borðið og tónleikarum, upplegg frá Arnfinni Thomassen og Arnfinni Bjarkhamar um staðarnøvn í Vági. Sonni Smith hugleiður um suðuroyarmálførið og Sigurd Marnar Simonsen frá Styrki Fitness tosar um rørslu, tá man er blivin 60+.
Eldradagarnir eru ætlaðir borgarum í Vágs kommunu, sum eru 60 ár og eldri, og tað er ókeypis atgongd, skrivar Vágs kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald