Í samband við altjóða eldradagin, skipar Vágs Kommuna fyri eldradegi í Vági 30. september.
Dagurin byrjar klokkan 11 í matstovuni Garðslon, har kommunan bjóðar brunsj. Borgarstjórin og umboð frá býráðnum verða til staðar á degnum, og somuleiðis vera umboð frá Fólkaheilsuráðnum og Vitjunartænastuni hjá Reyða Krossi, skrivar kommunan á heimasíðuna.
Í samband við eldradagin bjóðar kommunan borgarum flutning til og frá Garðslon. Les meira her.
Á skránni verður eisini framløga við Magna Mohr, formanni í Fólkaheilsuráðnum, sangkórið Orðið á Borðið syngur, og Halltóra Joensen frá Reyða Krossi kemur at greiða frá um vitjanartænastuna. Dagurin endar klokkan 14.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald