2021-04-17 22:01

Tað var um níggju tíðina í kvøld, at løgreglan fekk eina fráboðan um eld í sethúsum í Hoyvík.
Tamarhald er á støðuni og eingin fólkaskaði stóðst av hendingini.
Sum vanligt er í slíkum førum, so senda vit alt avstað, men tamarhald er á støðuni, og tað, sum skuldi sløkkjast, er sløkt, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini í kvøld, sum annars ikki fær sagt so nógv um hendingina.
Sløkkiliðið er framvegis á staðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald