Innanlands

Eldsbruni kyknaði í bili

Talan var um ein 18 ára gamlan BMW, sum eigarin júst hevði parkerað, tá ið eldurin kyknaði. Einans materiellur skaði var

Heimasta Horn

Heimasta Horn

2020-03-04 17:17 Author image
Oda Strøm
placeholder

Seinnapartin í dag kom eldur í ein bil á Heimasta Horni í Havn. 

Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at eldurin kyknaði júst sum eigarin parkeraði bilin. 

- Tvey fólk høvdu verið úti og koyrt, og tey høvdu júst parkerað bilin, tá tey varnaðust eldsbrunan, sigur vakthavandi.

Enn er ikki staðfest, hví eldurin kyknaði í bilinum, men kanningararbeiðið er í gongd.

- Vit hava ikki staðfest akkurát hví eldur kom í, tað var í motorrúminum onkustaðni. Talan er um ein 18 ára gamlan BMW, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder