Uttanlands

Eldur í íbúðarbygningi í fronskum skíbýi

Tvey fólk deyð og fleiri særd í eldsbruna í Courchevel

2019-01-20 14:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tvey fólk lótu lív og 22 onnur vórðu særd, tá eldur kom í ein bygning í franska býnum Courchevel, sum er vælumtóktur og nógv vitjaður skíbýur.

Sambært lokalu myndugleikunum kom eldur í bygningin uml. hálgvum fimm um morgunin, skrivar DR.

70 sløkkiliðsfólk luttóku í sløkkiarbeiðnum.

Millum tey 22, sum vórðu særd, hava fýra fingið álvarsligan skaða. 60 fólk, harav fleiri útlendingar, eru flutt úr bygninginum.

Enn er ikki greitt, hvørji tey bæði eru, sum hava latið lív, tað er heldur ikki greitt, hvussu umfatandi skaðin er.

Enn ber ikki til at siga, hvussu eldur kom í.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder