2024-11-04 20:42
Fyri løtu síðani kom fráboðan um at eldur var komin í ein bil, sum koyrdi nakað sunnan fyri Sund.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at tað gjørdist ongantíð so ógvusligt, tí fleiri av teimum bilunum, sum komu framvið, høvdu eldsløkkjara í bilinum.
Tískil var eldurin meira ella minni sløktur, tá sløkkiliðið og politiið annars kom á staðið.
Sum skilst stóðst eingin persónsskaði av hendingini.
Løgreglan leiddi ferðsluna í økinum eina løtu og bíðirøðir vóru.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald