Innanlands

Eldurin varð skjótt sløktur

Eldur var í bili á Sandvíkarhjalla. Sí myndir her

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-06-26 15:57 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyri áleið einum tíma síðani var útrykningur í Havn, tá sløkkiliðsbilar fóru niðan á Sandvíkarhjalla, har eldur var í einum bili.

Sløkkiliðið gjørdi skjótt av og fekk sløkt eldin. Bilurin stóð yvirav Brennistøðini, har Eikin hevur ein lítlan bygning.

Bilurin fekk stóran skaða, og var brendur innan allur sum hann er. Eisini fekk ein lastbilur hjá Eikini nakað av skaða av eldinum, tí at hesin stóð nær at bilinum.

 

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder