Innanlands

Elektron skal reka talgilda samleikan

Talgildu Føroyar hava tikið eitt týdningarmikið stig at seta í verk talgilda samleikan

2018-06-27 10:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Gjaldstovan og Elektron hava skrivað undir sáttmála um raksturin av komandi samleikaloysnini.

Komandi ár verður talgildi samleikin klárur at nýta hjá føroyingum. Hetta verður loysn, ið fer at geva øllum føroyingum eina trygga talgilda innritan, eyðmerking og undirskrift. Talgildi samleikin kemur í staðin fyri núverandi Mínlykil og við tíðíni eisini NemID.

Borgarar og vinna avgreiða í alsamt størri mun síni viðurskifti talgilt, og tørvurin á einum tryggum talgildum samleika er tí alsamt vaksandi. Talgildi samleikin fer tí at liva upp til týðandi altjóða krøv. Hesi krøv skal rakstrarveitarin eisini liva upp til.

Tveir føroyskir veitarar, Formula og Elektron, vóru undangóðkendir at bjóða seg fram sum rakstrarveitarar av talgilda samleikanum. Í vár bjóðaði Gjaldstovan raksturin út, og Elektron hevði betra tilboðið. Síðani Elektron byrjaði sítt virksemi, hava tey veitt KT-tænastur til peningastovnar, almennar stovnar og vinnufyritøkur. Tað er tí eyðsæð, at Elektron er væl skikkað til at standa fyri rakstrinum av talgilda samleikanum. 

Ein av meginreglunum í Talgildu Føroyum er, at loysnirnar eru staðsettar í Føroyum, og harvið eisini raksturin. Á heysti 2017 fór samtakið Klintra/Føroya Tele undir at menna talgilda samleikan. At byrja við verður Elektron partur av sjálvari menningarverkætlanini. Elektron verður sostatt við at byggja upp tøkniliga rakstrarpallin í tøttum samstarvi við menningarveitaran og Talgildu Føroyar. Søkt verður harumframt eftir einum rakstrarleiðara, ið fær evstu ábyrgd av samleikanum og skal samskipa arbeiðið og standa fyri og byggja upp komandi rakstrareindina.

- Elektron

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder