Vága kommuna: Týsdagin 25. apríl kl. 16 verður flaggdagshald í ítróttarhøllini á Giljanesi.
Sum vant, verður skrúðgonga úr Miðvági og Sandavági inn á Giljanes. Byrjað verður at ganga frá bygdaskúlanum í Miðvági kl. 15.40, og frá Virkishúsinum við ánna í Sandavági kl. 15.40. Skótalið Mikkjals á Ryggi skipar fyri.
Í høllini bjóðar borgarstjórin, Bjarni Prior, vælkomin. Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF forseti, heldur flaggrøðuna og Sørvágs tónleikarafelag spælir.
Kvøldskúlaframsýning verður eisini flaggdagin. Vevingin sýnir fram í Gamla skúla í Sandavági. Hinar lærugreinarnar sýna fram í fimleikahøllini á Giljanesi. Framsýningarnar hava opið frá kl. 15.00 til kl. 18.30.
Aftaná flaggdagshaldið syngur Vágakórið, og gittarnæmingar hjá Holgari Jacobsen framføra. Skótarnir selja kaffi/te, vaflur og køku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald