Mentan

Elinborg, Aggrasoppar og Joe & the Shitboys á altjóða festival

Aftur í ár eru føroysk tónlistafólk væl umboðað á The Great Escape í Brighton

Joe & the Shitboys eru bidnir um at koma aftur til The Great Escape í Brighton (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Joe & the Shitboys eru bidnir um at koma aftur til The Great Escape í Brighton (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-02-01 11:46 Author image
Innsent
placeholder

Triðja árið á rað hava fleiri føroysk tónlistafólk fingið møguleikan at spæla á The Great Escape Festivalinum í Brighton. Í dag vóru tey føroysku tónlistafólkini, sum í ár sleppa at spæla á bretska showcase-festivalinum avdúkað. Tey eru Elinborg, Aggrasoppar og Joe & The Shitboys. 

Í nøkur ár hava Føroyar verið sera væl umboðaðar á viðurkenda showcasefestivalinum The Great Escape. Glenn Larsen, leiðari í FMX (Faroe Music Export), er fegin um enn einaferð at bera tíðindini um, at góða gongdin heldur fram í 2024.

The Great Escape er ein tríggjar dagar langur tónleikafestivalur, sum fer fram í Brighton í Onglandi hvørt ár í mai. Eitt felag við heitinum ‘MAMA- festivalar’ skipar fyri. Endamálið við festivalinum er at sýna fram nýggjan tónleik í nógvum ymiskum sjangrum.

[object Object]Elinborg (Savnsmynd: Marius Mada Dale / G! Festivalurin)

Festivalurin varð stovnaður í 2006, og hýsir á hvørjum ári umleið 300 bólkum, sum spæla á 30 ymiskum pallum kring allan býin.

Festivalurin dregur til sín fólk, sum arbeiða í tónleikavinnu í øllum Evropa og í øðrum pørtum av heiminum. Ferð eftir ferð hevur festivalurin víst seg at vera ein umráðandi lopfjøl á yrkisleiðini hjá tónlistafólkum.

The Great Escape Festivalurin er kendur fyri at vera ein showcasefestivalur, har mest týðandi vinnulívsfólkini í tónleikavinnuni finna nýggj talent. Eisini sleppa festivalgestirnir at uppliva tónlistanøvnini á smærri og meira inniligum pallum, áðrenn tey fara út at spæla á teimum stóru pallunum kring heimin.

Millum stóra skaran av tónleikarum, ið hava spælt á The Great Escape tíðliga á teirra yrkisleið, eru stór og heimskend nøvn sum t.d. Ed Sheeran, Adele, Aurora, Rag'n'bone Man, John Grant, Mø, Christine & The Queens, Ben Howard, Bon Iver, Mumford & Sons, Highasakite og mong, mong onnur.

Fyri ikki at gloyma so settu Føroyar so dyggiliga sín dám á festivalin fyrstu ferð í 2022, tá heili fýra føroysk tónlistanøvn vóru við á almennu skránni.

Øll tey trý føroysku tónlistanøvnini, sum eru við í ár, fara at spæla í minsta lagi tvær almennar konsertir hvør, meðan festivalurin er.

[object Object]Aggrasoppar

Eins og í fjør fer FMX í samstarvi við G! Festivalin at skipa fyri einum serligum føroyskum tiltaki í Brighton, sum fer fram um dagin. Á tiltakinum fara øll tey trý føroysku nøvnini at spæla. Tiltakið er opið fyri umboðum úr altjóða tónleikavinnuni, umframt fyri almenniningum. Tiltakið er eisini partur av almennu skránni. Undirtøkan hevur verið rættiliga góð tvey tey seinastu árini, har tiltakið var sera væl vitjað. Hetta er eitt ískoyti til hinar konsertirnar, sum føroysku tónlistafólkini fara at spæla á The Great Escape hesa vikuna.

- Vit eru sjálvsagt ómetaliga fegin um, at tann góða gongdin heldur fram, sigur Glenn Larsen, leiðari fyri FMX.

- Vit merkja týðiliga jaligu avleiðingarnar, sum hava verið seinastu árini orsakað av The Great Escape, tí ansurin fyri Føroyum og áhugin fyri føroyskari tónleikavinnu er nógv vaksin. Vit kunnu róliga siga, at lagt verður merki til okkum á sera jaligan hátt.

Hetta kunnu tónlistafólkini vátta, sigur hann:

- Aggrasoppar spældu sum kunnugt eisini í 2023 á festivalinum, men eru nú aftur bodnir av The Great Escape at spæla á einum øðrum meira profileraðum palli, av tí at so nógv er hent seinasta árið. Sama er galdandi fyri Joe & The Shitboys, sum veruliga gjørdu um seg í 2022, har allar konsertirnar hjá teimum vóru útseldar. Hetta legði grundarlag undir teirra seinastu konsertferð í Stórabretlandi. Elinborg spælir fyri fyrstu ferð á The Great Escape, men eg eri ikki í iva um, at hon fer at standa seg sera væl – eins og hon gjørdi, tá hon spældi á Iceland Airwaves í november. Eg gleði meg ómetaliga nógv at fara til Brighton í mai saman við hesum trímum tónlistanøvnunum.

Samskiparin, sum setur tónleikaskránna saman á The Great Escape, Adam Ryan, er eisini eldhugaður vegna føroysku tónlistafólkini:

- Vit eru sera spent og glað um aftur nú í 2024 at kunna samstarva við FMX, sum ger eitt frálíkt arbeiði fyri at stuðla nýggjum tónleikanøvnum. Vit eru fegin um, at The Great Escape Festivalurin kann veita ein pall, har tónlistanøvn úr Føroyum kunnu sýna sín tónleik fram fyri eini víðfevndari tónleikavinnu,» sigur Adam Ryan. 

The Great Escape fer fram í Brighton í døgunum 15. til 18. mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder