Fleiri ferðslumál vóru í Eysturoynni í gjár, og byrjaði tað í sambandi við ferðslukanningar Millum Fjarða fyrrapartin. Í roynd og veru byrjaði tað áðrenn, tí løgreglan hevði fingið fráboðan frá borgara um, at bilførar ofta koyra ov skjótt Millum Fjarða.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í høvuðsstaðin sigur við miðlarnar í morgun, at ferðslupatrulja gjørdi kanningar Millum Fjarða millum klokkan sjey og níggju fyrrapartin í gjár, týsdagin 16. apríl. 11 mál komu burturúr.
Tveir bilar koyrdu so mikið skjótt, at talan varð um treytaða frádøming. Tann eini koyrdi yvir 130 km/t.
Fýra bilførarar fingu klipp vegna ferðina, meðan fimm "bara" fingu bót. Vatktleiðarin upplýsir, at eitt av hesum málunum var ein bussur hjá Strandferðsluni, sum koyrdi 93 km/t. Hetta var nóg mikið til bót og klipp.
Í gjárkvøldið varð ein bilførarin steðgaður á Toftum, tí illgruni var um, at viðkomandi var ávirkaður. Tað var hann eisini. Viðkomani hevði tikið rúsevnir og verður skuldsettur fyri tað. Pláturnar vórðu eisini tiknar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald