Innanlands

Ellivu fingið prógv sum maskinsmiðir: Ein kvinna og tíggju menn

Sofia Juel Rasmussen er fyrsta kvinnan, sum hevur tikið útbúgving í maskinsmiðyrkinum á Tekniska Skúla í Klaksvík

(Mynd: TSK)

(Mynd: TSK)

2020-06-05 16:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ellivu lærlingar fingu í dag prógv sum maskinsmiðir á Tekniska Skúla í Klaksvík. Tað mest forkunnuga hesuferð er, at Sofia Juel Rasmussen, sum tann fyrsta kvinnan hevur tikið útbúgving í maskinsmiðyrkinum á TSK.

Hóast tiltakið var nakað merkt av korona-tilmælum, við tað at luttøka var avmarkað, gjørdist løtan hugna- og heiðurlig við felagssangi og røðum. Gestarøðari hesuferð var Ísak Mikladal, sum dagliga starvast á Klaksvíkar Sleipistøð. Hann hugleiddi m.a. um menningina av yrkinum og framtíðar møguleikunum hjá nýklaktu sveinunum.

Á floksmyndini síggjast sveinarnir. Frá vinstru á aftara rað eru: Jógvan Andrias H. Joensen, KSS, Torkil Poulsen, Áway Service, Óli Jógvansson, KSS, Jógvan Gullaksen, Pomek, Heri Z. Samuelsen, KSS, Esmundur L. Sørensen, KSS.

Á fremru rað frá vinstru eru: Eyðun Josephsen, KSS, Harald Østerø, Pomek, Sofía J. Rasmussen, Andersens Beding, Hans Jákup J. Lervig, KJ Hydraulik, Eliesar Høj, Mest.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder