![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Ellivu lærlingar fingu í dag prógv sum maskinsmiðir á Tekniska Skúlanum í Klaksvík.
Hóast tiltakið var nakað merkt av korona-tilmælum, við tað at luttøka var avmarkað, gjørdist løtan hugna- og heiðurlig við felagssangi og røðum. Gestarøðari hesuferð var Ólavur Ássafson Olsen, sum er stjóri hjá KJ-Hydraulik.
Á floksmyndini síggjast sveinarnir. Frá vinstru á aftara rað eru: David Magnason Simonsen, Mest, Jonhard Vang Jacobsen, Áway Service, Trygvi Ragnarsson, Pomek, Andras Nolsøe, Mest, Hans Helgi Dalsá, Mest.
Á fremru rað frá vinstru eru: Jóhannes Nielsen, Mekanik, Elian Askham, smiðjan hjá Klaksvíkar Kommunu, Ísakur V. Staksá, KSS, Kári Sólheyg, SEV, Sonni Knudsen, Univice, Magnus Heinason, Mest.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald