Innanlands

Elmar Ósá: - Eg var ongantíð við at gevast

- Góða undirtøkan fyri tiltakinum og stuðulin frá fylgjarunum førdi meg fram á leið, tá tað var harðast

2019-06-13 23:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast Elmar Ósá hevði fleiri kreppur á 452 kilometra langa túrinum hann framdi, so var tað ongantíð í tonkum hansara at gevast.

Tað tók honum umleið 36 tímar at gjøgnumføra teir 7,6 kilometrarnar í svimjihylinum, 360 kilometrarnar á hjólhesti og 84 kilometrar rennandi og til gongu. Sum vera man vóru tað teir seinastu kilometrarnir, sum vóru teir strævnastu at koma ígjøgnum.

Og hóast eymar føtur og krampar, so var tað ongantíð upp á tal at gevast. Tað segði Elmar Ósá í samrøðu við Portalin eftir at hann var komin á mál á Tórsvølli.

- Teir seinastu kilometrarnir vóru harðir. Men eg visti eisini, at eg kundi ikki gevast. Ja, satt at siga, kundi eg ikki tilláta mær tað, tá tiltakið gjørdist so alment, við samrøðum í útvarpi og umrøðu í miðlunum annars.

- Eg má siga, at tann stuðulin, sum eg fekk á túrinum helt mær uppi. Eisini at síggja hvussu ómetaliga væl mítt átak at skaffa pening til Autismufelagið varð móttikið. Hetta førdi meg fram á leið, tá tað var harðast, segði Elmar Ósá.

Hann fekk eisini góðan uppbakning frá familju og vinum á túrinum, sum eggjaðu honum til. Nakrir felagar á Rynkeby-liðnum súkklaðu saman við honum allar teir 360 kilometrar. Hóast teir ikki sluppu at geva honum lívd í nógva vindinum í gjárkvøldið og síðstu nátt, so var tað gottat hava teir við.

Eisini vóru tað fleiri, sum fylgdu Elmari á rennitúrinum, systirsonurin Jógvan Ósá fylgdist við honum teir seinastu 50 kilometrarnar.

Enn er ikki greitt hvussu nógvan pening átakið hjá Elmari Ósá hevur skaffa Autismufelagnum. Innsavningin heldur fram eina viku afturat. Pengar kunnu setast inn á konto hjá felagnum, nummar 6460-1586787 í BankNordik. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder