Báta- og listasavnið í Leirvík hevur sett Elsebeth Elnarsdóttir Tyril í starv sum samskipara fyri savnið.
Hesum boðar savnið frá í skrivi fyrrapartin. Hon vil seta sjóneykuna á ymiskt á savinum:
- Eg hugsi fyrst og fremst at menna savnið víðari á tí grundarlagi, sum longu er lagt. At hava nøkur fleiri tiltøk gjøgnum árið, herundir at seta sjóneykuna á ymisk serlig viðurskifti, sum til dømis tætta tilknýtið, sum mangir av bátunum á savninum hava til eysturlandið á Íslandi. Føroyski báturin, bátabygging og øll tann søgan, er áhugaverd í sær sjálvum, men samstundis haldi eg, at tær mannalagnur og søgur, sum eru knýttar at fólkunum, ið hava bygt og nýtt bátarnar, eru ikki minni áhugaverdar.
Soleiðis sigur Elsebet sjálv. Hon býr í Gøtu og hevur royndir innan ferðavinnu og samskipan av tiltøkum. Umframt hetta hevur nýggi samskiparin altíð hevur havt stóran áhuga fyri skipum, bátum, fiskiskapi og tí, ið hoyrir sjóvinnu til.
- Við tíðini kundi eg hugsað mær at longt upplatingartíðirnar og fingið munandi fleiri fólk at vitja savnið til at hoyra og síggja hugtakandi søgurnar um lutirnar, bátarnar, listaverkini og fólkini, ið eru tilknýtt lutunum. Savnið er ein uppliving bæði fyri føroyingar og ferðafólk,” leggur Elsebeth afturat.
Báta- og listasavnið í Leirvík er skipað sum sjálvognarstovnur og hýsir einum savni av eldri siðbundnum føroyskum bátum og einum savni við listarverkum eftir Jóhannes Kristiansen, eisini nevndur leirvíksmálarin, umframt aðrar listamálarar úr Leirvík. Savnið er opið týsdagar millum klokkan 14 og 17 og hósdagar millum klokkan 14 og 16.
(Mynd: Báta- og listasavnið)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald