
– Kvinnur! Gerið vart við tykkum, verið við og gerið tykkara ávirkan galdandi. Styrki tykkara, kunnleiki, royndir og sjónarmið eru týðandi at hava við allastaðni, har avgerðir verða tiknar
Soleiðis sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum í einari heilsan á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum í sambandi við, at altjóða kvinnudagur er í dag.
Í vikuni boðaði Hagstova Føroya frá, at Føroyar framvegis hevur virknastu arbeiðsfjøldina í Evropa, bæði hjá kvinnum og monnum.
82 prosent av kvinnum í Føroyum, sum eru millum 15 og 74 ár eru á arbeiðsmarknaðinum, ein væl størri partur enn í okkara grannalondum.
Les eisini: Hagstovan: Føroyska arbeiðsfjøldin framvegis tann virknasta í Evropa
Hóast føroysku kvinnurnar seta met, vísir landsstýriskvinnan á, at kvinnur á føroyska arbeiðsmarknaðinum í løtuni forvinna tilsamans 200 mió. krónur minni hvønn mánað enn menn. Sí hagtøl her.
– Henda skeivleika eiga vit at rætta við at seta okkum hægstu mál, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
– Tað er umráðandi, at vit eisini hava fokus á størv, har avgerðir verða tiknar – bæði í vinnuni og so sanniliga eisini samfelagsbúskaparliga – hetta um vit veruliga skulu røkka máli okkara um búskaparliga javnstøðu millum kynini, sigur hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald