Innanlands

Hagstovan: Føroyska arbeiðsfjøldin framvegis tann virknasta í Evropa

Samanborið við onnur lond er arbeiðsfjøldin í Føroyum størri enn í øðrum evropeiskum londum, bæði hjá monnum og kvinnum – Munurin millum kynini tá tað kemur til vinnutíttleika er eisini minni í Føroyum

Mynd: Hagstovan

Mynd: Hagstovan

2021-03-08 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Føroyum eru 37.700 fólk í aldrinum 15 til 74 ár, og av teimum eru 31.800 vinnuliga virkin. Hetta svarar til 84 prosent av fólkinum í hesum aldursbólkinum. Uttan fyri vinnu eru 5.900 fólk, svarandi til 16 prosent.

Sambært Hagstovu Føroya, sum gjørdi eina arbeiðsfjøldarteling í november, er hetta størsti vinnutíttleikin í Evropa.

Vinnutíttleikin, sum er arbeiðsfjøldin í prosent av fólkatalinum er 84,3 prosent roknaður fyri bæði kyn, og ávíkavíst 86,1 og 82,4 prosent hjá monnum og kvinnum.

Samanborið við onnur lond er vinnutíttleikin í Føroyum tann størsti í Evropa, bæði hjá kvinnum og monnum. Tað landið, sum liggur næst aftanfyri er Ísland, skrivar Hagstovan.

Vøksturin javnt býttur millum kynini

Seinastu fimm árini er arbeiðsfjøldin vaksin við stívliga 2.000 fólkum. Vøksturin er javnt býttur millum kynini við uml. 1.000 fólkum hjá hvørjum. Ein lítil vøkstur var eisini í fjør hóast korona.

Arbeiðsfjøldin fevnir um øll vinnuliga virkin – løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi, arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku.

Uttan fyri vinnu eru m.a. ungfólk, sum eru undir útbúgving, fólk sum av sjúku, skerdum førleika ella øðrum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, ella fólk, sum eru farin av arbeiðsmarknaðinum, m.a. vegna aldur ella øðrum.

Javnt um alt landið

Vinnutíttleikin er sum heild javnt stórur um alt landið. Í tali er arbeiðsfjøldin størst í Suðurstreymi, tí har búgva flest fólk.

Í mun til fólkatalið er arbeiðsfjøldin tó javnt stór í Norðstreymi og Suðurstreymi – 84 prosent. Í Norðoyggjum er hon 83 prosent, í Eysturoynni er hon 81 prosent, í Suðuroy 80 prosent, í Vágum 79 prosent, og í Sandoyarøkinum 78 prosent.

Hjá monnum er vinnutíttleikin størstur í Vágum við 89 prosent, meðan hann hjá kvinnum er størstur í Suður- og Norðstreymi við 84 prosent.

Til altjóða samanberingar er vinnutíttleikin í øllum økjum í Føroyum væl omanfyri títtleikan í Evropa, skrivar Hagstovan.

Til samanberingar er vinnutíttleikin í Danmark og í Bretlandi um 70 prosent.

Munurin millum kynini minni í Føroyum

At Føroyar hevur virknastu arbeiðsfjøldina í Evropa í mun til fólkatalið er ikki nakað nýtt. Hetta hevur mann eisini staðfest í undanfarnum kanningum.

Tá hugt verður at úrslitinum fyri bæði kynini tilsamans, eru Føroyar, sum kunnugt, fremst við 84 prosent, og síðani kemur Ísland við 81 prosent, og Sveis við 76 prosent, og Svøríki við 74 prosent.

Lægsti vinnutittleikin er í Turkalandi og Italia við 53-56 prosent.

Hjá monnum eru Føroyar og Ísland aftur nummar eitt og tvey við ávikavíst 86 og 85 prosent, og hjá kvinnum eru Føroyar og Ísland fremst við ávikavíst 82 og 77 prosent.

Munurin millum kynini er eisini minni í Føroyum enn aðrastaðni. Í Føroyum eru bert 4 prosent á muni, men í Íslandi og Danmark er munurin 8 prosent. Munurin er í miðal 12 prosent fyri ES-londini.

Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder