2019-01-20 11:34
113 ára gamli Masazo Nonaka, sum sambært Guinness World Records er elsti maður í heiminum, andaðist í Japan í dag.
Tað skrivar DR.
Masazo Nonaka varð føddur í býnum Ashoro á japansku oynni Hokkaido 25. juli 1905.
Abbabarn hansara Yuko sigur sambært japansku Kyodo News, at familjan er skelkað.
- Hann var júst sum hann vanliga er, og hann doyði uttan at gera nakað stórt burturúr.
Bretski felagsskapurin Guinness World Records váttaði í fjør, at Masazo Nonaka var heimsins elsti núlivandi maður.
Áður hava verið aðrir menn, sum hava livað longri enn hann. Eisini eru núlivandi kvinnur, sum eru eldri enn Masazo Nonaka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald