23. november varð nýtt kommunustýrið skipað í Sjóvar kommunu við Hans Andersi Jacobsen sum nýggjum borgarstjóra og Arturi Johansen sum varaborgarstjóra.
Noomi K. Rasmussen kærdi tó hendan fundin til løgmálaráðið, tí bygdaráðið hevði skipað seg á afturlatnum fundi.
Hon var fyrstvalda á nýggja kvinnulistanum, sum fekk trý umboð. Noomi Rasmussen var tann einasta av teimum valdu, sum ikki fekk nakran nevdarsess.
Soleiðis verður tað eisini. Tann almenni fundurin, sum hon ynskti, var hildin fyrrapartin. Har var Kringvarpið millum annað til staðar og tosaði við Noomi Rasmussen og Hans Anders Jacobsen, sum verður nýggjur borgarstjóri.
Fyrrnevnda fegnaðist um, at Sjóvar kommunu nú skipaði seg undir einum almennum fundi, samstundis sum hon harmast um, at hon ongan nenvdarsess fær. Noomi K. Rasmussen er tó framvegis kommunustýrislimir og vónar at onkursvegna fáa ávirkan.
Nýggi borgarstjórin hevur ikki nakra serliga viðmerking til rumbli rundanum skipanina av kommunustýri í Sjóvar kommunu.
Artur Johansen hevur verið borgarstjóri seinastu seturnar. Hann verður varaborgarstjóri hjá manninum, sum var fyrstvaldur á valinum 12. november.
Nevndirnar í Sjóvar kommunu eru skipaðar soleiðis:
Fíggjarnevnd:
Hans Anders Jacobsen, Sonni Johansen og Artur Johansen, varalimur: Drós Ellingsgaard
Trivnaðar- og umhvørvisnevnd:
Sandra L. Østerø, Jóhan H. Funn, Artur Johansen, varalimur: Sonni Johansen
Tøkni- og býarskipanarnevnd:
Jóhan H. Funn, Sandra L. Østerø, Sonni Johansen, varalimur: Artur Johansen
Vinnu- og havnanevnd:
Sonni Johansen, Drós Ellingsgaard, Artur Johansen, varalimur: Sandra L. Østerø
Mentanar- og frítíðarnevnd:
Drós Ellingsgaard, Sandra L. Østerø, Jóhan H. Funn, varalimur: Artur Johansen
Nevndirnar skipa seg sjálvar.
Umboð í samstarvsnevndir:
Kongshavnar havnastýri:
Sonni Johansen, varalimur Jóhan H. Funn
Roðin:
Drós Ellingsgaard, varalimur: Artur Johansen. Borgarstjórin er fastur limur í Roðanum.
Skúlastýrið:
Drós Ellingsgaard og Jóhan H. Funn. Varalimir verða Sonni Johansen og Sandra L. Østerø.
IRF:
Sandra L. Østerø, varalimur verður Jóhan H. Funn
SEV:
Sandra L. Østerø, varalimur verður Sonni Johansen
Kommunufelagið:
Borgarstjórin, varalimur verður Sandra L. Østerø
Skálafjarðar sløkkilið:
Borgarstjórin, varalimur verður Jóhan H. Funn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald