Uttanlands

Enn ein áheitan á Biden um at gevast

Senatorurin Adam Shiff er tann higartil tignarligarligasti demokraturin, sum biður Joe Biden at taka seg aftur sum forsetavalevni

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-07-17 21:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enn ein limur í demokratiska flokkinum heitir nú á Joe Biden, forseta um at taka seg aftur sum valevni til forsetavalið í november.

Hesaferð er talan um demokratiska kongresslimin Adam Schiff. Sambært amerikanska miðlinum, CNN, er hann tann higartil mest “tignarligi demokratiski politikarin, sum hevur biðið Biden um at taka seg aftur sum valevni”.

- Hansara virki sum senatorur, varaforseti og nú sum forseti hevur gjørt okkara land betri. Men tjóð okkara er á einum vegamóti. Enn eitt valskeið við Trump fer at undirgrava sjálvt grundarlagið fyri okkara fólkaræði, og eg stúri álvarsliga fyri, um forsetin megnar at vinna á Trump í november, sigur Shiff við blaðið Los Angeles Times.

Adam Shiff skrivar eisini, at hann fer at stuðla tí, sum gerst valevni – eisini Biden, um hann stendur fast við at stilla uppaftur.

Umleið 20 av floksfeløgunum hjá Biden í umboðsmannatinginum hava higartil biðið Joe Biden um at lata eitt annað valevni sleppa framat, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder