Innanlands

Enn ein føroyingur fingið staðfest coronavirus

Hetta kundi staðfestast eftir kanning í gjár. Viðkomandi hevur verið í Norðuritalia

2020-03-06 09:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heilsumálaráðið boðar nú frá, at seint í gjárkvøldið kundi staðfestast, at enn ein føroyingur hevur fingið covid-19 smittuna – eisini rópt coronavirus.

Talan er um ein persón, sum hevur verið í Norðuritalia fyri stuttum. Smittaði persónurin er í løtuni avbyrgdur heima.

Tað verður ikki upplýst, hvar viðkomandi er frá. 

Landslæknin er farin í gongd við at kanna nærri, hvørjir persónar hesin persónurin, ið er annar føroyingurin, ið hevur fingið staðfest coronavirus, hevur verið í samband við. Kanningin fer at avgera, hvørjir aðrir persónar skulu avbyrgjast.

Í gjárkvøldið varð annars staðfest, at eftir fleiri kanningar í gjár var framvegis bara ein persónur smittaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder