2023-12-29 07:57
Um jóltíðir hava tjóvar roynt at sloppið inn í ymisk høli á Biskopstorgi í Klaksvík. Annan jóladag upplýsti løgreglan um eina innbrotsroynd í eina kaffistovu á staðnum, og í gjár kom fráboðan um enn eina roynd at bróta inn.
Hesaferð varð roynt at bróta inn í ein handil. Tað er ikki vist, nær innbrotsroyndin er farin fram, men í handlinum varnaðust tey hetta í gjár.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur í morgun, at tey tryggja tey sporini sum eru at fara eftir, men í løtuni er eingin undir illgruna.
Les eisini: Royndi at skaffa sær atgongd til kaffistovu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald