Í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at tað sá út til at onkur hevði roynt at skaffa sær atgongd til eina av kaffistovunum í Klaksvík. Tað sóust heilt týðulig merki í eini hurð, sum um at onkur hevði roynt at koma inn við at brúka kúbein ella líknandi amboð.
Men staðfest var, at viðkomandi ikki var sloppin inn.
Løgreglan valdi tí at vera nógv úti við bilinum í nátt fyri at koyra runt til líknandi virkisbygningar at hyggja eftir, um tað var onkur persónur, sum hevði tørv á at sleppa inn í slík støð, kanska fyri at fáa hendur á onkrum sterkum at drekka. Men løgreglan fann einki illgrunasamt.
Men meðan patrúljan var úti í býnum í Klaksvík og helt eftirlit, vórðu eisini onkrir bilar støðgaðir og kannaðir, og í einum føri varð bilførarin skuldsettur fyri at koyra ávirkaður. Blóðroynd varð tikin, sum skal vísa, hvussu nógv var í blóðinum.
Í sama bili var ein annar persónur eisini skuldsettur. Í bilinum funnu løgreglufólkini útgerð at brúka til at roykja hassj, og tí varð eigarin av bilinum eisini skuldsettur fyri at hava slík ólóglig amboð.
Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni í nátt. Hálkan elvdi til okkurt beinbrot og fall hjá fólki til gongu. Eisini onkur bilur var gliðin í hálkuni, men ongantíð so álvarsligt, at løgreglan av álvara mátti blandast uppí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald