Enn ein óheftur miðil í Hong Kong – Citizen News, boðar frá, at hann gevst orsakað av vantandi pressufrælsi í býnum.
Frá í morgin, 4. januar, gevst miðilin við at dagføra heimasíðuna, og hareftir letur hann aftur, verður sagt.
Hendan fráboðanin kemur fáar dagar eftir, at løgreglan í Hong Kong handtók sjey tíðindafólk og tíðindaleiðarar frá einum øðrum miðli, Stand News. Hesir persónar eru nú skuldsettir fyri at eggja til uppreistur og loysing frá Kina.
Hvassar atfinningar eru komnar úr Vesturheiminum. Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Anthony Blinken, sigur m.a., at journalistikkur ikki er at rokna sum uppreistur, og eiga myndugleikar í Kina og Hong Kong at steðga herferðina móti frælsu og óheftu miðlunum í Hong Kong.
Tað er nevniliga tað, sum hendi við Stand News, sum er orsøkin til, at Citizen News nú letur aftur, sigur Chris Yeung, stovnari, sambært Ritzau.
40 fólk starvast á miðlinum Citizen News, sum varð stovnaður í 2017.
Les eisini: Tíðindafólk handtikin í Hong Kong – Skuldsett fyri at eggja til uppreistur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald