Uttanlands

Enn ein palestinskur leiðari dripin

Ísrael framdi aftur í gjár eina málrættaða atsókn inn í Libanon fyri at raka palestinskar leiðarar

Ruddað verður upp eftir álopið nærhendis Beirut týskvøldið (Mynd: EPA)

Ruddað verður upp eftir álopið nærhendis Beirut týskvøldið (Mynd: EPA)

2024-01-04 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein lokalur limur í Hizbollað og tríggir aðrir frá rørsluni lótu í gjárkvøldið lív í einum ísraelskum álopi í sunnara parti av Libanon.

Tað upplýsa ónavngivnar keldur fyri Reuters tíðindastovuni.

Tilsamans doyðu níggju persónar í álpopinum í Suðurlibanon mikukvøldið.

Tað gjørdist ein av deyðiligastu døgunum hjá rørsluni síðan bardagarnir við Ísrael byrjaðu í oktober, skrivar Ritzau.

Hizbollah-rørslan segði í gjár, at hon hevur “fingurin á stillipinninum” eftir drápið á ein leiðandi lim í Hamas. Tað hendi í sambandi við eitt dronuálop á ein forstað til libanesiska høvuðsstaðin, Beirut, týskvøldið.

Hizbollað lýsir hendingina sum eitt “álvarsligt álop á Libanon” og “eina vandamikla broyting í krígsgongdini millum fíggindan og mótstøðurørsluna”.

Ísrael hevur enn hvørki váttað ella avsannað, um landið stendur aftan fyri álopið, sum Hamas og Hizbollað skuldseta ísraelska herin fyri.

Vanliga kemur Ísrael ikki við viðmerkingum til atgerðir av hesum slag. Ísrael hevur heldur ikki gjørt viðmerking til álopið í gjárkvøldið.

Landið fremur javnan álop móti Hizbollað í økinum nærhendis markið millum Ísrael og Libanon. Hetta drápið er tó fyrsta álopið hjá Ísrael síðan Gaza-kríggið, ið vendir sær móti Beirut, skrivar AFP tíðindastovan.

Dripni Hamas-leiðarin, Saleh al-Arouri, verður hildin at vera heilin aftan fyri fleiri álop á Ísrael. Hann hevur verið nummar tvey í Hamas-leiðsluni síðan 2017.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder