Uttanlands

Enn ein republikanari bjóðar Trump av

Talan er um 37 ára gamla vinnulívsmannin Vivek Ramaswamy, sum ynskir at "gera woke-dagsskránna óviðkomandi"

Vivek Ramaswamy er triðja valevnið, ið bjóðar seg fram (Mynd: EPA)

Vivek Ramaswamy er triðja valevnið, ið bjóðar seg fram (Mynd: EPA)

2023-02-22 09:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú hevur enn ein persónur bjóðað seg fram at gerast republikanskt forsetavalevni í 2024.

Talan er um 37 ára gamla vinnulívsmannin Vivek Ramaswamy.

– Tað er ikki bert eitt politiskt valstríð, sum eg koyri av bakkastokki, men ein mentanarlig rørsla, sum skal skapa ein nýggjan amerikanskan dreym. Ein sum ikki bert snýr seg um pengar men um at kunna stremba eftir tí besta uttan at skulu biðja um umbering fyri tað, skrivar hann m.a. í tíðargrein í blaðnum Wall Street Journal.

Í greinini, sum Ritzau endurgevur, sigur hann seg vilja skapa "ein nýggjan tjóðarsamleika", sum "ger woke-dagsskránna óviðkomandi".

Orðið "woke" merkir vakin, men verður í USA eisini vanliga brúkt um at vera tilvitandi um sosialt órættvísi.

Ramaswamy er millióningur, sum sambært Politico hevur forvunnið sínar pengar við at gera íløgur í biotekvinnugreinini. Hann er eisini kendur úr sjónvarpinum hjá Fox News og fyri at hava skrivað fleiri bøkur.

Enn eru bert trý, sum hava boðað frá, at tey ynskja at gerast republikanskt valevni til forsetavalið í 2024. Hini bæði eru fyrrverandi forsetan, Donald Trump, og fyrrverandi ST-sendikvinnan og fyrrverandi guvernørurin í South Carolina, Nikki Haley.

Les eisini: Nikki Haley bjóðar Trump av


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder