2021-04-20 11:04

Enn ein persónur er nú staðfestur við koronasmittu í Føroyum, so talið á smittaðum nú er komið upp á tvey.
Tað upplýsir landslæknin í dag.
Viðkomandi er komin til Føroya úr útlondum. Talan er um bretska koronufrábrigdið (B.1.1.7).
437 kanningar vórðu gjørdar í gjár.
Í løtuni eru tveir persónar smittaðir og tríggir í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald