Í dag hevur sangskrivarin Eyði Horsdal givið út enn eitt av sínum friðarligu løgum, sum vera við á komandi heildarútgávuni, sum verður 24. mars.
Nýggi sangurin, sum nú er at hoyra á tlgildu miðlunum eitur “In Silence Somewhere”, og aftur hesaferð eigur Eyði lagið, meðanenska Eva Perrin Fontana eigur orðini.
“In Silence Somewhere” er um eina mammu, sum hevur fingið eitt strok og um dóttrina, ið skal læra seg at halda fram við lívinum.
Talan er um fimta sangin, ið er komin út undan sjálvari útgávuni, ið fær heitið “Songs with Eva”, har Eyði Horsdal eigur øll løgini og Eva Perrin Fontant tekstirnar.
Sangirnir, sum eru komnir undan “In Silence Somwhere”, eru “It seems to be You Again”, “Old Friends”, “Overs” og “Foolish Blue”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald