Fríggjadagin varð Ivan Fedorov, borgarstjóri í ukrainska býnum Melitopol burturfluttur av russiskum hermonnum, og í dag hevur herurin tikið enn ein ukrainskan borgarstjóra, upplýsir ukrainska uttanríkismálaráðið.
Talan er um Yevhen Matveyev, ið er borgarstjóri í býnum Dniprorudne, skrivar Ritzau.
– Tá tey ikki fáa stuðul frá lokalsamfelagnum, brúka álopsmenninir yvirgang í staðin. Eg heiti á allar statir og altjóða felagsskapir um at steðga russiska yvirganginum móti Ukraina og fólkaræðinum, sigur ukrainski uttanríkismálaráðharrin, Dmytro Kuleba í dagføring á Twitter.
Dniprorudne er ein lítil býur við nærum 20.000 íbúgvum.
Les eisini: Borgarstjóri í ukrainskum býi burturfluttur – Russland hevur sett nýggjan borgarstjóra
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald