Mentan

Enn einki at síggja til Karl

Tríggir partar eru komnir úr av norska Paradise Hotel, men enn hevur sjarmørurin úr Sandavági ikki tjekkað inn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-01-23 14:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Frumsýning av norska Paradise Hotel var mánadagin, og millum luttakararnir í ár er Karl Weihe úr Sandavági, sum áður hevur luttikið í donskum realitysendingum.

Men í trimum teimum fyrstu pørtunum, sum blivu tøkir mándagin, var lítið at síggja til sandavágsingin. Hann hómaðist í onkrum brellbita um, hvat fer at henda í hesum umfarinum, men enn er hann ikki tjekkaður inn.

[object Object](Mynd: Viaplay)

Karl Weihe er 23 ára gamal, og luttók í 2022 í danska Ex on the Beach, og tískil er hetta nakað øðrvísi. Í Ex on the Beach er eingin vinnari annað enn at okkurt hendinga par finnur kærleikan. Paradise Hotel er meira taktiskt, og tað snýr seg um at vera snildur og standa eftir sum vinnari og einari hálvari millión.

Norska Paradise Hotel er at síggja á Viaplay.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder