Innanlands

Enn einki korona at finna

11.388 kanningar eru nú gjørdar tilsamans

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-06-17 15:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gjár var annar dagurin, síðani mørkini vóru latin meira upp. Fleiri vænta, at hetta fer at gera, at korona aftur kemur til Føroya, men enn er so einki at síggja til tað.

Sambært tølunum, sum heilsumyndugleikarnir hava kunngjørt eru 226 koronakanningar lagdar afturat, síðani í gjár, og tær vóru allar negativar.

Eingin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 5.118 kanningunum.

Í alt 11.388 kanningar eru nú gjørdar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder