Ude af Kontrol eitur bólkurin, sum í dag er komin afturat røðini av nøvnum, sum fara at spæla á Voxbotn tiltakinum 25. juni. Talan er um ein hin best umtókta bólkin í ríkinum, siga fyriskipararnir, sum skriva soleiðis um Ude af Kontrol:
Ude af Kontrol byrjaði í 2014 tá Daniel Balken, Joachim Nicholas Rouse og Mark Løvendahl settu bólkin á stovn, og teir hava verið virknir síðani. Teir hava lagt seg eftir at framleiða feitan hipp-hopp og rapp tónleik, sum veruliga fær dansigólvini at danda.
Sangtekstirnir eru karráir, og tónleikurin kryddaður við alskyns nútímans rútmum og effektum. Teir eru fastir gestir á flest øllum festivalum og pallum í Danmark, eins og hittlistarnir als ikki eru fremmandir fyri teir.
Á Spotify sæst, hvussu væl umtóktur bólkurin er. Til dømis er lagið “Velsignet – Har Det Godt pt. 2” stroymt meira enn 13 milliónir ferðir, og somuleiðis hevur lagið “Op A” eisini 13 milliónir stroymingar. Fyrr í ár gav bólkurin út sjónbandalagið, “Taknemlig”, sum varð upptikið í Føroyum, sum vitnar um teirra alsk til oyggjar okkara.
Hendan alsk fara vit óivað at uppliva til Voxbotn 2022 - 25. juni.
Onnur, sum verða við á Voxbotn í ár eru: Tobias Rahim, Brimheim, Reiley, Rasmus Hagen, Boyzlife, Michael Learns to Rock, Niarn, Hugorm, Tungevaag, Týr, Swangah og Safir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald